Hevur t eitt hvrt, i t vilt senda til sendingina?
 
 

Úthav er ein sending um altjóða viðurskifti. Hugt verður at altjóða stovnum, kreppum og hendingum. Roynt verður bæði at lýsa trupuleikar og støður í londum, økjum og felagsskapum, eins og komið verður inn á føroyskan uttanríkispolitik. Alheimsgerðin viðførur, at heimurin er tættari samanknýttur og hendingarnar og avgerðir hava oftani ávirkan á onnur enn júst landið, stovnin ella økið, sum hendingarnar fara fram í. Okkara visjón er umframt at greiða frá altjóða viðurskiftum, eisini at verða við at fáa altjóða viðurskifti at verða ein nátturligan part av hugsunnarhátti í Føroyum.