space Útvarp Føroya Leygardagur, 21. Oktober 2017 

Løtingsvalið 2002
 Forsíða  Valúrslit  Ljóðtilfar


Valdagurin 20. jan

Valdagurin
Útvarpið verður frá morgunstundini merkt av, at vit skulu manna nýtt løgting.


Útvarpið fer at hava fólk í øllum valdømunum, og í tíðindasendingunum gjøgnum dagin, verður sagt frá, hvussu áhugin er fyri valinum, og hvussu valhýrurin er kring landið.



Klokkan 17 kemur sendingin Valfepur. Hetta er sending við tónleiki, reportasjum og samrøðum um løgtingsvalið. Sendingin varir til kl. 20, men steðgur verður í, meðan tíðindini eru kl. 18.30.



Klokkan 20 byrjar valkvøldið í ÚF. Útvarpið fer at siga frá úrslitum, fáa viðmerkingar frá flokkunum, og at tosa við tey, sum verða vald, ella tey, sum ikki komu aftur í løgtingið.



Valkvøldið skipa sjónvarpið og útvarpið í felag ein valdepil í Norðurlandahúsinum, har umboð fyri flokkarnar, fjølmiðlar og onnur verða savnað at fylgja við uppteljingini, til valúrslitið fyriliggur, og nýggja tingið er mannað.


Copyright © 2004 - Útvarp Føroya