Miðlastuðul latin í komandi viku

Miðlastuðul latin í komandi viku
Miðlastuðulin, sum privatir miðlar kunnu søkja um úr landskassanum, verður latin í næstu viku. Stuðulsnevndin er næstan liðug at viðgera umsóknir
 
08.12.2017 - 11:20

Tað er fyrstu ferð, at privatir miðlar kunnu søkja um pengar úr landskassanum. 

Átta miðlar hava søkt. Fýra av teimum átta miðlunum eru netmiðlar, restin er tíðindabløð og útvarpsstøðir. 

Magnus Dam er formaður í Miðlastuðulsnevndini, og limir eru Øssur Winthereig og Bergur Djurhuus. 

Magnus Dam, formaður, sigur í dag, at tey ikki eru til reiðar at lata stuðulin enn, men tað verður í komandi viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928