Onglendingar vilja hava frí til fótbólt

Onglendingar vilja hava frí til fótbólt
Fótbóltsfepurin herjar í Onglandi, nú enska landsliðið er komið í EM-finaluna. So mikið høgur er feburin, at onglendingar vilja hava frí mánadagin
 
09.07.2021 - 13:30

Eitt átak á netinum royndir at trýsta myndugleikarnar í Onglandi at gera mánadagin, dagin eftir EM-finaluna, til almennan frídag í Onglandi.

Higartil hava meir enn 300.000 onglendingar skrivað undir á netinum um at fáa ein eyka frídag mánadagin, um Ongland vinnur finaluna sunnudagin.

Í Onglandi er tað so, at um ein slík undirskriftsinnsavnan fær meir enn 100.000 undirskriftir, skal bretska tingið taka støðu til hana. Einans bretskir statsborgarar kunnu skriva undir.

Ongland fyrireikar seg til eina stóra veitslu sunnudagin. Til dømis hevur forsætisráðharrin Boris Johnson givið pubbum og barrum loyvi til at hava opið longri enn vanligt sunnukvøldið.

Ongland møtir Italia í EM-finaluni á Wembley í London klokkan 20 sunnukvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342