17 vilja vera stjóri á Tjóðpallinum

17 vilja vera stjóri á Tjóðpallinum
Bæði føroyingar og útlendingar hava søkt.
Miðað verður eftir, at nýggi stjórin byrjar 1. februar næsta ár. Myndin er úr leikinum "Moldvørpan"
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.12.2024 - 09:43

17 umsóknir komu til starvið sum stjóri hjá Tjóðpallinum.

Bæði føroyingar og útlendingar hava søkt.

Starvið var eisini lýst í øðrum londum.

Miðað verður eftir, at nýggi stjórin byrjar 1. februar næsta ár.

Jenny Petersen hevur verið stjóri á Tjóðpallinum í 20 ár. Hon hevur ikki søkt hesa ferð.

Starvið er áramálasett í fimm ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV