Ávaringin um flóðaldu í Kyrrahavinum avblást

Ávaringin um flóðaldu í Kyrrahavinum avblást
Ávaring varð send út eftir ein jarðskjálvta út fyri Kamtsjatka-hálvoynna eystast í Russlandi
Ávarng um flóðaldu í Kyrrahavi er avblást
Mynd: US Geological Survey  
 
20.07.2025 - 12:39

Eftir fyrsta skjálvtan, sum var styrki 5 komu tveir aftrat, sum vóru mátaðir til 6,7 og 7,4 í styrki. Seinasti jarðskjálvtin gjørdi, at ávaring um flóðaldu var send út, sigur US Geological Survey. Ávaringin frá amerikanska flóðaldumiðstøðini var galdandi fyri Russland og Hawaii. Skjálvtin var niðri á 10 km. dýpi og jarðskjálvtadepilin var 150 km. frá størsta býnum í Kamtsjatka, Petropavlovsk-Kamtsjatka. 

Nógv gosfjøll eru í hálvoynni, sum liggur í sonevnda eldringinum kring Kyrrahavið framvið Asia-strondini og amerikonsku vestrustrondini.

Síðani 1900 hava sjey stórir jarðskjálvtar verið í Kamtsjatka. Ein harður skjálvi í 1952 mátaður til 9 á Richterstiganum, elvdi til stóran materiellan skaða og til eina flóðaldan, sum var 9 metrar við Hawaii. Eingin fólkaskaði var.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911