Kultura: Friður á pallinum

Kultura: Friður á pallinum
"Friður á pallinum" er fyrsti stóri leikur, ið verður settur upp í Varpinum í Klaksvík. Klaksvíkar sjónleikarfelag pallsetir, og Kultura hevur verið framvið og skatta dýpið
"Friður á pallinum!" er ein skemtileikur, sum snýr seg um ein sjónleikarbólk, ið venur ein leik
Mynd: Bárður Lydersen  
 
15.10.2025 - 11:38

Kultura í dag snýr seg um "Friður á pallinum," sum er fyrsti stóri leikur, ið verður settur upp í Varpinum í Klaksvík.

Tað er Klaksvíkar Sjónleikarfelag, ið hevur pallsett leikin, sum verður fyrmsýndur 24. oktober.

Uppsetingin er til heiðurs fyri Adelborg Linklett, ið var undangongukvinna í sjónleikaumhvørvinum í Klaksvík, og sum fór um sýn fyri góðum ári síðani. 

Myndir: Bárður Lydersen

 

Annfinnur Heinesen leikstjórnar, Edward Fuglø hevur sniðgivið pallmyndina, og Nikolaj Falck er pallsmiður.

Andrias Justesen á Viðareiði hevur týtt leikin til føroyskt.

 

Klassisk farsa

"Friður á pallinum!" er ein skemtileikur, sum snýr seg um ein sjónleikarbólk, ið venur ein leik.

Hetta er ein klassisk farsa við margháttligum misskiljingum, stuttligum persónum og undirhaldandi fløkjum.

Leikurin, ið hevur upprunaheitið "Noises Off, varð skrivaður av enska rithøvundanum Michael Frayn og varð frumsýndur á West End í London í 1982.

Leikurin hevur síðani verið spældur víða hvar, og hann hevur vunnið nógvar heiðurslønir - eitt nú í Bretlandi og í USA.

 

Stór krøv til pallmyndina

Leikurin gongur fyri seg í nútíðini, har sjónleikabólkurin spælir ein sjónleik, sum gongur fyri seg fyri umleið øld síðani. Tað setir stór krøv til pallmyndina.

Pallurin, sum er níggju metur í tvørmáli, kann snarast runt, so spælast kann bæði frammanfyri og aftanfyri pallin.

Pallurin er bygdur í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík, og eru tað eru Sjúrður Sólstein, lærari, og næmingar á skúlanum, ið hava bygt pallin. 

 

Níggju leikarar eru við í leikinum:

  • Karl Sofus í Heimistovu
  • Karl Marius Poulsen
  • Hans Hjalti Skaale
  • Jan Gardar
  • Louis Poulsen
  • Emry Jo
  • Durita Samuelsen
  • Jancy Kalsø
  • Eliana Svøðstein

 

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365