Fernisering í Steinprent

Fernisering í Steinprent
Verk eftir Bárði Jákupsson verða sýnd fram
Verk eftir Bárði Jáupsson
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
25.10.2025 - 15:34

Listamaðurin Bárður Jákupsson er 81 ár, og list hansara er framvegis nýskapandi - tað sigur Fríða Matras Brekku, leiðari í Steinprenti, nú nýggj sýning læt upp í dag.

- Tað sum eg haldi persónliga er sermerkt við hansara málningum, er at tað er so nýtt hvørja ferð hann málar.

Tað eru umleið 32 nýggj verk ið verða sýnd fram, og flest eru frá 2025.

Áhugin hevur verið sera stórur, greiðir Fríða Matras Brekku frá:

- Tað koma nógv fólk á gátt, og hann er høgt í metum bæði í Føroyum og uttanlands.

Hon leggur afturat, at tað er ein fragd at arbeiða saman við Bárði Jákupsson, og hon fegnast um sýningina.

Hoyr innslag úr tíðindunum her: 

 

Myndir frá sýningini:

Fríða Matras Brekku, leiðari í Steinprenti

Myndir: Tordis Vang Guttesen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365