Mammur skulu faá 12 - 15.000 krónur

Mammur skulu faá 12 - 15.000 krónur
Kvinnur, sum eiga fyrstu ferð, skulu fáa eini eingangsupphædd, sum kann liggja um 12.000 til 15.000 krónur
Mammur, ið eiga fyrstu ferð skulu nú fáa eina munandi eingangsupphædd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.11.2025 - 17:54

Kvinnur, sum eiga fyrstu ferð, skulu fáa eini eingangsupphædd, sum kann liggja um 12.000 til 15.000 krónur.

Tað skjýtur løgtingsmaðurin Henrik Old.upp  

Hann vil geva kvinnum, sum eiga fyrstu ferð, eina mundandi eingangsupphædd.

Tað stendur skrivað í uppskoti til samtyktar. 

Uppskotið kemur í kjalarvørrinum av uppskoti um broyting í fosturtøkulógini. 

Henrik Old gjørdi í minnilutaáliti vart við, at hann ikki stuðlar fríari fosturtøku.

Henrik Old vil í staðin betra um sømdirnar hjá komandi mammum við eini eingangsupphædd, sum kann liggja um 12.000 til 15.000 krónur. 

Hetta skal fíggjast við peningini úr Barsilsgrunninum, sigur løgtingsmaðurin. 

 

1779436

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV