Dregur út at fáa H-bygningin lidnan

Dregur út at fáa H-bygningin lidnan
60 prosent av bygninginum eru tikin í nýtslu, men ein flytiætlan er klár, tí bíðað verður eftir formligari tíðarætlan frá Landsverki
Framvegis er ógreitt, nær H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum verður liðugur.
 
01.12.2025 - 16:00

Tað dregur út at fáa H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan.

Tað sæst í skjali til fíggjarnevndina.

Landsverk hevur greitt fíggjarnevndini frá, at umleið 60 prosent av H-bygninginum eru tikin í nýtslu, men eingin ætlan um flyting er klár. Landssjúkrahúsið bíðar framvegis eftir eini formligari tíðarætlan frá Landsverki, nær bygningurin er liðugur.

Og tað verður ikki fyribils. Nakrar bráðfeingisábøtur er gjørdar við lekarnar í vindeygunum, men tað eru onnur og størri arbeiði, sum bíða. 

Ein ráðgevi er farin at gera kostnaðarmeting av lekunum í klædninginum og møguliga øðrum skaðum, sum er komnir av hesum lekum. Eftir tíðarætlanini hjá ráðgevunum er tað arbeiðið ikki liðugt fyrr enn á heysti næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV