Søkja eftir fimm kommunulæknum

Søkja eftir fimm kommunulæknum
Talan er um tvey størv á læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík, tvey størv á læknamiðstøðini á Tvøroyri og eitt starv í Fuglafirði og Gøtu
Tvey kommunulæknastørv á læknamiøstðini við Sandin í Klaksvík eru leyst at søkja.
 
01.12.2025 - 09:17

Heilsutrygd søkir eftir fimm kommunulæknum.

Talan er um tvey størv á læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík, tvey størv á læknamiðstøðini á Tvøroyri og eitt starv í Fuglafirði og Gøtu.

Í Suðuroynni er serlig skipan, har læknar í føstum starvi fáa hálvt grundgjald oman á lønina.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 4. januar.

Møguleiki er at søkja størvini saman við øðrum kommunulækna og harvið skipa arbeiðið soleiðis, at talan kann vera um niðursetta tíð eftir nærri avtalu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV