Brellbiti: Hoydalar taka skap av nýggjum

bannari
Um KVFTíðindi
Brellbiti: Hoydalar taka skap av nýggjum
Sjónvarpsrøðin Hoydalar tekur skap. Her er brellbiti frá fyrsta parti, sum verður sendur 5. februar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22-01-2026

Í næstum fer Kringvarpið at vísa eina heilt serliga og rørandi sjónvarpsrøð, sum samantvinnar okkara blómandi ungdóm og stórar føroyskar tónleikastjørnur.

Seks spírar eru útvaldir at blása nýtt lív í føroyska sangskattin og í Hoydalar, sum í áratíggju hevur verið karmur um ungdóm í menning.  

Talan er um fimm partar. Í hvørjari sending vitjar ein kend føroysk tónleikastjørna auluna í Hoydølum. Har hitta tey spírarnar, sum hvør sær tulka og syngja ein sang hjá stjørnuni. Við allari virðing fyri mentanararvinum framføra spírarnir við dirvi og nýhugsan fyri nøkrum av størstu fyrimyndum sínum. 

Í Hoydølum fær tónleikurin rúm at anda, og aulan gerst ein livandi pallur fyri møtið millum ættarlið.  

Hugskotið til sendingina eigur kendi framleiðarin Per Zachariassen, sum millum annað hevur framleitt X-Factor í Danmark. 

Dóttir hansara, nýklækti dokumentaristurin Maria Winther Olsen, hevur lagt sendingina til rættis saman við Finni Koba úr Kringvarpi Føroya. 

Her er brellbiti av fyrsta parti, sum verður sendur hóskvøldið 5. februar.

REY04351

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680

Um kvf css