Yrkingar um at standa uttanfyri á Vágskálini

Yrkingar um at standa uttanfyri á Vágskálini
Yrkingasavnið "Fjøtraður Orion" eftir Christian Fróða Djurhuus verður lagt á vágskálina í Vágskálini mikudagin kl. 16.05
 
17.02.2026 - 13:30

Mikudagin kl. 16.05 verður Vágskálin aftur í luftini, og undir luppin verður lagt yrkingasavnið "Fjøtraður Orion" eftir Christian Fróða Djurhuus

Sanna Klein og Hans Jacob Kollslíð fara at ummæla. 

"Fjøtraður Orion" er fyri tað mesta brotprosatekstir um menniskjalig kor, m.a. tað at standa uttanfyri sum barn og í vaksna lívinum. Eisini eru fleiri yrkingar upp á rím. 

Christian Fróði Djurhuus gav fyrsta yrkingasavnið út í 2005, og síðan eru komin 15 søvn frá honum. "Fjøtraður Orion" kom út í 2024.

Uni Arge leggur til rættis. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV