Systrar hava hekklað veðurteppi

Systrar hava hekklað veðurteppi
Hitastigini hvønn dag í 2025 hava avgjørt, hvussu veðurteppini síggja út
 
20.02.2026 - 11:20

Tvey teppi, 365 dagar og hvør einasti litur er avgjørdur av veðrinum. Hitastigini hava nevniliga stýrt hekklinál og tráði. 

Úrslitið er eitt sokallað veðurteppi.

- Vit høvdu sæð eitt uppslag á Facebook, har ein kvinna hevði lagt mynd út av sínum veðurteppi, og vit hildu, at tað hevði verið stuttligt hjá okkum at roynt, sigur Magna Lamhauge Joensen, sum saman við systrini, Árnu Lamhauge Joensen, hekklaði hvønn dag í 2025.

Tað var ikki av tilvild, at tær byrjaðu 1. januar 2025.

- Magna fekk staðfest krabbamein um várið 2024, og í desember vóru boðini, at krabbin hevði spreitt seg, og hon skuldi hava viðgerðir í fleiri umførum í Danmark. Tá blivu vit samdar um, at nú skuldi tað vera, at vit fóru at hekkla hvørt okkara veðurteppi, fortelur Árna Lamhauge Joensen.

Hóast hugurin ikki hevur verið líka stórur hvønn dag í árinum at hekkla, so eru systrarnar báðar sera fegnar um teppini, sum tær standa við í dag.

- Hetta hevur verið eitt stuttligt og áhugavert prosjekt, og nú halda vit, at teppini eru faktisk nokk so fitt og pen, sigur Árna Lamhauge Joensen.

Í morgunsendingini fortelja systrarnar um hugskotið at hekkla veðurteppi, og hvat tað hevur givið teimum at sitið við hekklinál og tráði so at siga hvønn dag í eitt heilt ár.

1796247

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365