Meinhard arbeiðir millum størstu ítróttastjørnurnar

Meinhard arbeiðir millum størstu ítróttastjørnurnar
Sum grafiskur sniðgevi í ítróttaheiminum hevur Meinhard fingið nógvar spennandi uppgávur og hitt fleiri av fremstu ítróttanøvnunum
 
27.02.2026 - 09:48

Tá vit hyggja at einum fótbóltsdysti, síggja vit spælarar, mál og dramatikk. 

Men aftan fyri kulissurnar er eisini ein heilt annar heimur - litir, búmerki, búnar og vørumerki.

Seinastu 15 árini hevur Meinhard Mikladal búð í London, har hann arbeiðir sum grafiskur sniðgevi í ítróttabranding, og tað er hann, sum sniðgevur samleikan hjá teimum heilt stóru ítróttafeløgunum og sambondunum av ymiskum slagi.

Í løtuni er Meinhard Mikladal í Føroyum, tí í sambandi við tiltakið "Føroya bestu vørumerki", sum er í dag, fer Meinhard at halda ein fyrilestur sítt arbeiðið.

Í morgunsendingini greiðir Meinhard Mikladal frá ymsum arbeiðsuppgávum, hann hevur havt øll hesi árini, og hvussu tað er at koma heilt tætt uppá stórar ítróttastjørnur.

1797660

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365