Ársins besti føroyski stuttfilmur verður kosin í kvøld

Ársins besti føroyski stuttfilmur verður kosin í kvøld
Geytinanum skal birta, stimbra og eggja til áhuga fyri føroyskari stuttfilmslist, og støðið er høgt í ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.02.2026 - 16:14

Í ár eru sjey filmar í uppskoti til at fáa Geytan:

Thomas Koba við filminum, “Áin”
Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson við “Hendir her”
Maria Tórgarð við “Mammuskepilsið”
Anna Joensen-Næs við “Sansa”
Eir í Ólavsstovu við “Tað er ikki synd í mær”
RAMMATIK (Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre) við “TREGI”
Maria Winther Olsen við “Vælkomin heim”

- Støðið er høgt fyri filmiska góðsku, sigur Birgir Kruse er vertur fyri Geytanum og formaður í Filmsfelagnum.

1798072

Filmshúsið, Kringvarp Føroya, Felagið Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið og Klippfisk sita í nevndini, sum skal velja vinnandi stuttfilmin. 

Geyta-virðislønin er 40.000 kr og Áskoðaravirðislønin er eisini 40.000 kr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680