Geytavinnarin: Skulu tosa meira um sálarsjúkur

Geytavinnarin: Skulu tosa meira um sálarsjúkur
Við heimildarfilminum "Mammuskepilsið" vónar ársins Geytavinnari, Maria Guldbrandsø Tórgarð, at onnur, sum hava sálarsjúku tætt at sær, ikki kenna seg einsamøll
Maria Guldbrandsø Tórgarð vann bæði Geytavirðislønina og Áskoðaravirðislønina 2026.
 
01.03.2026 - 14:49

Við vinnarafilminum "Mammuskepilsið" vil Maria Guldbrandsø Tórgarð, leikstjóri, at onnur, sum hava sálarsjúku tætt at sær, ikki kenna seg einsamøll.

Í heimildarfilminum kemur hyggjarin tætt at sambandinum millum Mariu Guldbrandsø Tórgarð, mammuna, sum hevur staðfest skisofreni, og pápan.

- Eg vóni, at vit fara práta meira opið um sálarsjúkur. Eisini um sálarsjúkur, sum virka meira ræðandi, so sum skisofreni, sigur Maria Guldbrandsø Tórgarð, leikstjóri.

Maria Tórgarð, leikstjóri, vann bæði Geytavirðislønina og Áskoðaravirðislønina 2026 við heimildarfilminum "Mammuskepilsið".

- Tað er stórt, tí tað er ein so persónlig søga, sigur Maria Guldbrandsø Tórgarð, leikstjóri.

Í grundgeviningini sigur dómsnevndin m.a., at:

- Vinnarafilmurin í kvøld er ein makaleyst fortald lagnusøga. Við hegni og dirvi leiðir leikstjórin okkum innar, har óviðkomandi ikki vanliga hava atgongd.

Hoyr samrøðu við Mariu Guldbrandsø í útvarpstíðindunum:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680