Føroyingar eru feitir, roykja ov nógv og eru strongdir

Føroyingar eru feitir, roykja ov nógv og eru strongdir
Ovurfiti, royking og strongd eru millum størstu vandarnar fyri heilsuna hjá føroyingum í dag
 
07.04.2026 - 10:23

Størstu hóttanirnar móti heilsuni hjá føroyingum í dag eru fiti, royking og strongd.

Tað sigur stjórin í Heilsustýrinum, Noomi Oddmarsdóttir Gregersen. Hetta ger hon í sambandi við, at tað í dag, 7. apríl, er almennur heilsudagur sambært ST.

Sum heild liva føroyingar væl, um hugt verður at fólkaheilsukanningini, sum varð gjørd í 2023, tí har søgdu 87 prosent av føroyingum seg hava góða heilsu.

Men har eru ávísir vandar, sum gera okkara heilsu verri. 

 


Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.

 

- Vektin hjá føronygum veksur fyri hvørja kanning, sum vit hava gjørt. Og tað blíva alsamt fleiri, sum liva við yvirvekt. Tað er ein trupulleiki, tí ymiskar sjúkur kunnu standast av yvirvekt, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.

Umframt ovurfiti er royking eisini framvegis ein trupulleiki hjá føroyingum.

- Kanningin frá 2023 vísir, at 18 prosent av føroyingum roykja dagliga. Í londum rundan um okkum er hetta talið nógv lægri, so her hava vit eina avbjóðing, staðfestir stjórin í Heilsustýrinum.

Eisini strongd hóttir heilsuna hjá føroyingum í dag.

- Tað eru serliga ungar kvinnur í aldursbólkinum 18-24 ár, sum siga seg vera strongdar. Orsøkirnar eru fleiri, men eitt nú krøv frá samfelagnum og nógvu valmøguleikarnir gera, at ungu kvinnurnar merkja strongd, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.

Í morgunsendingini forklárar stjórin í Heilsustýrinum um heilsustøðuna hjá føroyingum.

1805012

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365