Fýra vikur aftrat fyri eldáseting, harðskap og rán

Fýra vikur aftrat fyri eldáseting, harðskap og rán
Varðhaldið hjá tveimum monnum er aftur longt í fýra vikur
Fýra vikur aftrat í Mjørkadali
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.04.2026 - 08:43

Varðhaldið hjá tveimum monnum er aftur longt í fýra vikur.

Tað er sjálvboðið, so eingin rættarfundur verður um tað. 

Menninir eru skuldsettir fyri grovan harðskap, fyri at hava sett eld á við vilja, og fyri rán.

Hendingarnar vóru í einum sethúsum í miðbýnum í Havn tíðliga um kvøldið 18. februar. 

Maðurin í húsinum var álopin heima hjá sær sjálvum og var fyri ógvusligum harðskapi.

Eisini var eldur settur á, har maðurin var staddur.

Annar skuldsetti maðurin er 53 ár og hin er 36 ár.

Báðir skuldsettu menninir nokta seg sekar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680