27 bilar mistu pláturnar í nátt

27 bilar mistu pláturnar í nátt
Akstovan hevur latið politinum 799 mál um eftirstøður í veg- og umhvørvisgjaldi. Í nátt mistu 27 bilar nummarpláturnar í Havn
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.04.2026 - 10:27

Aftur í nátt hevur politiið tikið nummarplátur av bilum í Havn.

27 bilar mistu pláturnar í nátt.

Akstovan hevur latið politinum 799 mál um eftirstøður í veg- og umhvørvisgjaldi.

Hetta er óvanliga nógvar fráboðanir.

Biðið er um at taka nummarpláturnar av akførum, sum ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjald fyri fyrra hálvár 2026.

Kann tann, sum eigur akfarið, ikki vísa kvittan fyri, at veg- og umhvørvisgjaldið er goldið, tekur politiið nummarpláturnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV