Dundur á Drelnesi

Dundur á Drelnesi
Stórur rokkdagur verður í Salti á Drelnesi í dag. Átta meiri og minni tungir rokk- og tungmálmsbólkar fara at framføra, og Wolfgang leggur fyri longu klokkan 18
Tilgjørd mynd av Salti, sum verður karmur um stóra rokktiltakið "Tungt" í dag
 
18.04.2026 - 07:00

Tað verður tungt á Tvøroyri í dag, og tað fer at duna á Drelnesi. 

"Spel Slayooorrr," er kend útsøgn, ið sigst hava sín uppruna í Suðuroynni. Uttan mun til, um tað passar ella ikki, so er tað ein sannroynd, at suðuroyingar elska rokk- og tungmálmstónleik. 

Og í dag, leygardagin, verður skipað fyri risastóra rokktiltakinum "Tungt" í Salti á Drelnesi.

Fyriskipararnir lova, at veggirnir í Salt fara at skelva av tungum gittar riffum, hørðum trummum og reinari rokkorku.

 

Átta bólkar á pallin

Dyrnar lata upp klokkan 17 og ikki færri enn átta bólkar standa á plakatini.

Uppafturrisni rokkbólkurin Wolfgang innan av Skálafjørðinum, ið er plátuaktuellur, leggur fyri og fer á pallin sum fyrsti bólkur longu klokkan 18. 

Og so verður rokkað inn til MC-Hár - sum ikki einaferð - lukkar ballið klokkan eitt. 

Har ímillum fara Adrenaline, Swardi, Spók, Tunghoyrt, Bloody Dice og Hamradun eisini at spæla. 

Øll nøvnini eru føroysk uttan Bloody Dice, ið er danskur bólkur, men hvørs sangari er føroyingurin Dagfinn Joensen. 

 

TUNGT
Skrá fyri dagin

Kl. 17 Dyrnar lata upp
Kl. 17-18 Happy Hour
Kl. 18 Wolfgang
Kl. 19 Adrenaline
Kl. 20 Swardi
Kl. 21 Spók
Kl. 22 Tunghoyrt
Kl. 23 Bloody Dice
Kl. 00 Hamradun
Kl. 01 MC-Hár

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493