Sørvingar fóru við steypagullinum

Sørvingar fóru við steypagullinum
SÍ tryggjaði sær gullið í steypakappingini hjá monnum eftir spennandi fimmsettara ímótiÍF
 
26.04.2026 - 10:24

SÍ hevur vunnið steypakappingina í flogbólti hjá monnum. 

Sørvingar tryggjaðu sær gullið við spennandi 3-2 sigri á ÍF í finaluni, sum fyri fyrstu ferð varð spæld við Tjarnir.

ÍF gav kortini SÍ dygga mótstøðu, tí eftir at sørvingar vunnu fyrsta sett uttan stórvegis hóvasták, tóku fuglfirðingar tvey tey næstu og vóru eisini frammanfyri 17-13 í fjórða setti.

Tá svaraði SÍ aftur við fleiri stigum á rað, sum góvu teimum 25-22 sigur og 2-2 javnleik. Í javnbrótaranum fekk SÍ flúgvandi byrjan, og hóast tað næstan eydnaðist ÍF at javna, vunnu sørvingar 15-12.

Sostatt eru menninir hjá SÍ greipuvinnarar hetta kappingarárið, meðan kvinnurnar vunnu føroyameistaraheitið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV