Bjørk danskur meistari í flogbólti

Bjørk danskur meistari í flogbólti
Flogbóltsfelagið í Århus, ASV Elite, við Bjørk Nolsøe Isaksen á liðnum bleiv um vikuskiftið danskur meistari fyri kvinnur
Bjørk Nolsøe Isaksen (Næst uttast til høgru í aftari raði) fegnast um DM saman við liðfeløgunum
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
27.04.2026 - 16:42

Bjørk Nolsøe Isaksen vann um vikuskiftið danska meistaraheitið í flogbólti.

Tað hendi, tá ASV Elite  vunnu 3-0 á heimavølli ímóti Holte. Finalurøðin í Danmark verður avgjørd við best av fimm-leistinum, og við sigrinum í gjár vann Aarhus-felagið triðja sigurin og harvið danska meistaraheitið.

Holte vann annars innleiðandi donsku kappingina, har ASV bleiv næstfremst, men í finalurøðunum var ASV Elite stinnari.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680