Tórshavnar jazz fólka- og bluesfestivalur kunnger skránna fyri 2026

Tórshavnar jazz fólka- og bluesfestivalur kunnger skránna fyri 2026
Danska sangstjørnan Nana Rashid, Tórshavnar bigband, vísukvøld við Edith Dahl Jacobsen og føroyskt/týski bólkurin Larceny eru millum høvuðsnøvnini í ár
 
30.04.2026 - 15:03

Perlupallurin er heitið á nýggja barnapallinum, har millum annað Jensina Olsen fer at framføra. Festivalurin verður hildin í Havn 2. og 4. juli.

Eftir stórfingnu móttøkuna í fjør verður festivalurin í ár víðkaður til tríggjar dagar. Festivalskráin er ein blandingur av jazzi, fólkatónleiki og blues, og skráin umboðar tað besta av tí besta. Aftur í ár er ókeypis atgongd til ein stóran part av skránni. 


Perlupallurin til børnini

Í ár fáa børnini sín egna pall, Perlupallin. Perlupallurin er eitt fevnandi og stuttligt stað hjá børnum og familjum at hoyra tónleik, dansa og hugna sær saman. Jensina Olsen og Supervisjón fara at framføra á Perlupallinum, eins og nýstovnaða orkestrið Blátt Blás, sum er bólkur við ungum næmingum á Tórshavnar musikkskúla. Barnatiltakið endar við at vit fara upp á gólv saman við Havnar Dansifelag, sum skipar fyri føroyskum barnadansi. Øll tiltøkini, uttan konsertin við Jensinu, eru ókeypis. 
 
“Vit eru fegin um, at fólk hava tikið so væl ímóti festivalinum. Í ár gleða vit okkum serliga til at uppliva sangarinnuna Nanu Rashid. Hon er heilt fantastisk og er væl á veg til at gerast ein heimsstjørna. Eisini eru vit ordiliga spent at síggja, hvussu børnini fara at taka ímóti nýggja Perlupallinum”, siga stigtakararnir Sunnuva Bæk og Hans Petur í Brekkunum.


Spælistøð

Konsertir og jamsession verða í Reinsarínum, Havnar kirkju, í Perluni og uttanfyri, í Blábar og í Norðurlandahúsinum. Øll skráin sæst á torshavnjazzfolkblues.carrd.co og á Facebook-síðuni hjá festivalinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493