B36 nýtt oddalið í Meistaradeildini

B36 nýtt oddalið í Meistaradeildini
Við tveimum málum upp á ein minutt í seinna hálvleiki vann B36 á NSÍ og er nýtt oddalið í Meistaradeildini
Mynd: Andrei Antal/B36  
 
04.05.2026 - 20:13

Við tveimum málum upp á ein minutt í seinna hálvleiki, vann B36 á NSÍ í oddadystinum í Gundadali og tryggjaði sær oddasessin í Meistaradeildini við monnum.

Tað var ikki fyrr enn 70 minuttir vóru farnir á Ovara vølli, at avgerðin fall. Fyrst gjørdist Boubacar Dabo leysur, tá ein NSÍ-verjuspælari gleið, og setti bóltin í netið, og bert ein minutt seinni økti Dávid Biskopstø Andreasen eftir at Bartal Páll Klein hevði vunnið ein bólt av NSÍ-verjuni.

NSÍ, sum hevði fleiri góðar kjansir í dystinum - serliga fyri steðgin - royndi at svara aftur síðstu løtuna, og Daniel Obbekjær fekk eisini eitt mál, sum varð kolldømt. Men einki mál kom afturat, og so fór B36 upp um bæði KÍ og NSÍ og er nýtt oddalið í deildini.

Í Gøtu hevði Víkingur nógvar kjansir ímóti 07 Vestur, men tað eydnaðist hvørki heima- ella útiliðnum at fáa bóltin í málið, og liðini fingu eitt stig í part. Ivaleyst eitt vónbrot fyri Víking, sum framvegis hevur sera ilt við at skjóta mál.

Í gjár spældu KÍ og HB javnleik á heimavølli ímóti ávíkavist Skála og AB, og á Toftum endaði eisini javnt millum B68 og EB/Streym.  B36 hevur nú 18 stig, NSÍ hevur 17 og KÍ hevur 16 stig.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493