20 milliónir til frítøku

20 milliónir til frítøku
Løgtingið skal í dag viðgera uppskotið um eykajáttan, sum skal geva landsstýrinum loyvi at brúka 20 mió. kr. til at kunna strika meirvirðisgjald á bensini og dieseli
Fyrsta viðgerð um pengarnar er í dag.
 
07.05.2026 - 08:51


Løgtingið skal í dag viðgera uppskotið um eykajáttan, sum skal geva landsstýrinum loyvi at brúka 20 mió. kr. til at kunna strika meirvirðisgjald á bensini og dieseli.

Fíggjarnevndin er liðug við hitt uppskotið um beinsin, diesel og meirvirðisgjald.

Tað er uppskotið um at broyta lógina um meirvirðisgjald.

Men, sum skilst, ætlar nevndin at koma við álitum um bæði málini í senn.

Seks onnur mál eru í dagsskránni fyri tingfundin í dag klokkan tíggju. 

Tey skulu øll hava fyrstu viðgerð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV