Løkke vil hava Troels Lund til samráðingarleiðara

Løkke vil hava Troels Lund til samráðingarleiðara
Moderatarnir hava tikið seg úr samráðingunum við Mette Frederksen um at skipa stjórn
Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderatunum, vil nú hava Troels Lund Poulsen, formann í Vinstra, at standa á odda fyri stjórnarsamráðingunum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.05.2026 - 14:50

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderatunum, tekur seg úr samráðingunum við Mette Frederiksen, samráðingarleiðara, og vísir í staðin á Troels Lund Poulsen, formann í Vinstra, at standa á odda fyri samráðingunum.

Hann vísir kortini ikki aftur, at Mette Frederiksen kann gerast forsætisráðfrú.

Løkke sigur soleiðis við TV2:

 

08052026_Lokke_og_Troels

 

Formaðurin í Moderatunum vil hava eitt nýtt umfar, har øll forfólkini skulu til kong at boða frá, hvønn tey vísa á skal vera samráðingarleiðari.

Samráðingarnar um at skipa stjórn, sum hava verið í slakar sjey vikur, eru drúgvastu samráðingarnar í nýggjari tíð.

Í 2022 setti Mette Frederiksen met, tá samráðingarnar vardu í 44 dagar. Tað eru longstu samráðingarnar síðan 1975, tá Anker Jørgensen, sum tá var formaður fyri Sosialdemokratarnar, tók metið, skrivar danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493