ES setur tiltøk í verk móti russum fyri at hava burturflutt ukrainsk børn

ES setur tiltøk í verk móti russum fyri at hava burturflutt ukrainsk børn
Millum annað eru revsitiltøk sett í verk móti fleiri stovnum, sum eru knýttir at russiska undirvísingarmálaráðnum
Hetta eru álvarslig brot á fólkarættin og rættindi hjá børnum, og endamálið er at strika ukrainska samleikan og komandi ukrainsk ættarlið, sigur ES.
Mynd: Shutterstock.com  
 
11.05.2026 - 15:19

ES hevur lýst tiltøk móti 16 russiskum ríkisborgarum og sjey felagsskapum, sum revsing fyri, at tey skulu hava burturflutt nærum 20.500 ukrainsk børn.

- Hesar gerðir eru álvarslig brot á fólkarættin og rættindi hjá børnum, og endamálið er at strika ukrainska samleikan og komandi ukrainsk ættarlið, stendur í fráboðanini.

Millum annað eru revsitiltøk sett í verk móti fleiri stovnum, sum eru knýttir at russiska undirvísingarmálaráðnum. Tiltøk eru eisini sett í verk ímóti politikarum og embætisfólkum úr russiskt-hersettum økjum og leiðarum fyri ungdómsfelagsskapum.

Ognir hjá fólkum og felagsskapum, sum eru á listanum, vera frystar, og ES-borgarar og fyritøkur hava fingið forboð at handla við tey og at veita teimum fígging, skrivar NTB-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493