Iran krevur at USA gevst við tiltøkum móti oljuútflutningi í ein mánað

Iran krevur at USA gevst við tiltøkum móti oljuútflutningi í ein mánað
Donald Trump. forseti, er misnøgdur við iranska svarið og sigur, at tað kann als ikki góðtakast
Iran krevur, at USA strikar stongsilin av iranskum havnum, og veitir trygd fyri, at álopini halda uppat.
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
11.05.2026 - 07:54

Iranska aftursvarið til amerikanska friðaruppskotið krevur millum annað, at USA gevst við øllum revsitiltøkum móti iranska oljuútflutninginum í ein mánað, skrivar iranska tíðindastovan, Tasnim, sum endurgevur ónevnda keldu.

Svarið varð sent USA um Pakistan í gjár. 

Hetta eru fyrstu upplýsingarnar, sum eru almannakunngjørdar um smálutirnar í svarinum.

 

Trump misnøgdur

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er ikki fegin um aftursvarið.

- Mær dámar tað ikki - KANN ALS IKKI GÓÐTAKAST! skrivar hann í gjárkvøldið, okkara tíð, á egna miðli sínum, uttan at fara í smálutir um svarið hjá Iran.

Iranska hálvalmenna tíðindastovan Tasnim sigur, at sambært uppskotinum hjá Teheran, verður mælt til alt fyri eitt at enda á kríggið á øllum hermótum; at amerikanska sjóverjan strikar stongsilin av iranskum havnum og veitir trygd fyri, at fleiri álop verða ikki á Iran, skrivar BBC í morgun.

Í síðstu viku endurtók Trump, at kríggið í Iran endar skjótt.

Men ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði, at goymslan hjá Iran av ríkaðum uran skal "fáast út", áðrenn kríggið móti Iran kann metast at vera endað.

- Enn verður uran ríkað í Iran, og tað skal riggast av, sigur Netanyahu í samrøðu í sendingini '60 Minutes' hjá CBS News.

 

Endurgjald fyri krígsskaðar

Sambært almennum iranskum miðlum hevur uppskotið hjá Teheran krøv um endurgjald fyri krígsskaðar, og at Iran hevur fult ræði á Hormuzsundinum.

Í gjár sipaði iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, ikki beinleiðis til uppskotið hjá Teheran, men segði: "Vit fara ongantíð at drýpa høvur fyri fíggindanum, og um tosað verður um samskifti ella samráðingar, so merkir tað ikki, at vit geva skarvin yvir, ella taka okkum aftur.”

 

Fundur um Hormuz

Bretland og Frakland skulu í morgin vera vertir fyri fleirtjóða verjumálaráðharrafundi, har hernaðarligar ætlanir skulu umrøðast um at tryggja altjóða skipaferðslu og endurreisa handilin gjøgnum strategiskt týðandi Hormuzsundið. 

Fleiri enn 40 tjóðir møta væntandi á fundinum, skrivar tíðindastovan AFP.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493