Iran um uppskotið: Gávumilt og lógligt

Iran um uppskotið: Gávumilt og lógligt
Iran krevur trygga skipaferðslu í Hormuzsundinum og frið í økinum, eisini Libanon
​​Esmaeil Baghaei er talsmaður hjá iranska uttanríkisráðharranum.
Mynd: PressTV  
 
11.05.2026 - 13:27

Uppskotið hjá Iran um eina avtalu, sum skal enda kríggið við USA og lata Hormuzsundið uppaftur, er "gávumilt" og "lógligt", segði talsmaðurin hjá iranska uttanríkisráðnum, Esmaeil Baghaei, í dag, sambært Reuters. 

Hann segði, at USA framvegis heldur fast um tað, sum hann kallar órímilig og einvís krøv móti Iran. 

- Okkara krav er lógligt: at krevja, at kríggið endar, at strika amerikonsku blokaduna og amerikanska sjórænaravirksemið, og at sleppa iranskum peningi, sum órættvíst hevur verið frystur í bankunum orsakað av trýsti frá amerikanarum, sigur Baghaei. 

Hann segði, at Iran eisini hevur kravt trygga skipaferðslu í Hormuzsundinum og frið í økinum, eisini í krígsherjaða Libanon. 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segðií gjárkvøldið, at hann heldur, at iranska uppskotið til amerikanararnar var "KANN ALS IKKI GÓÐTAKAST", uttan at fara í smálutir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493