Keir Starmer tvíheldur um sessin sum forsætisráðharri

Keir Starmer tvíheldur um sessin sum forsætisráðharri
Labour misti fleiri hundrað sessir á lokalvalum í Onglandi og í Wales og Skotlandi
Keir Starmer, forsætisráðharri og formaður í Labour, hevði tíðindafund í morgun um vánaliga valúrslitið.
Mynd: Elizabeth Piper/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.05.2026 - 11:27

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, og flokkurin hansara, Labour, høvdu stóra afturgongd á valinum í síðstu viku.

Nú lovar Starmer at mótprógva tað, sum atfinnarar hava sagt, skrivar Reuters.

- Eg veit, at summi eru ørkymlað av mær, segði Starmer á tíðindafundi í morgun.

Starmer tvíheldur tó um, at hann er maðurin, sum kann røkja starvið sum forsætisráðharri, og tann, sum kann koma við broytingum.

- Gera vit ikki hetta rætt, fer landið eina sera myrka leið, sigur hann.

 

Misti fleiri hundrað sessir

Labour misti fleiri hundrað sessir í lokalráðum á lokalvalinum mikudagin, og flokkurin misti eisini valdið í Wales fyri fyrstu ferð í yvir 100 ár.

Stóri vinnarin av valinum var høgrapopulistiski flokkurin, sum Nigel Farage stendur á odda fyri, Reform UK. 

Konservativi flokkurin hevði eins og Labour eitt vánaligt val.

Starmer hevur sýtt fyri at leggja frá sær, hóast vánaliga úrslitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493