Ov nógvur ungfiskur er uppií

Ov nógvur ungfiskur er uppií
Fiskiveiðieftirlitið hevur lýst bráðfeingis veiðibann fyri troli vestur úr Mykinesi til 3. juni
Fiskiveiðueftirlitið hevur fingið fleiri fráboðanir í ár, og bráðfeingis veiðibann hevur verið lýst fleiri ferðir bæði í ár og í fjør. (Savnsmynd)
 
11.05.2026 - 13:17

Ov nógvur ungfiskur er uppi  í veiðuni í einum øki vestur úr Mykinesi.

Tí hevur Fiskiveiðieftirlitið lýst bráðfeingis veiðibann fyri troli fram til 3. juni.

Bráðfeingis veiðibann bleiv sett í gildi 6. mai.

 


Jóhan Simonsen. 

 

Fiskiveiðieftirlitið kann sambært sjófeingislógin lýsa bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har íblandingin av ungfiski ella hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið.

Fiskiveiðueftirlitið hevur fingið fleiri fráboðanir í ár, og bráðfeingis veiðibann hevur verið lýst fleiri ferðir bæði í ár og í fjør.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

11052026_Ungfiskur


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV