PET visti um amerikanaran í Nuuk

PET visti um amerikanaran í Nuuk
86 ára gamli, Clifford Stanley, bjóðar fólki pengar, um tey vilja skriva undir skjal, sum sigur, at Grønland skal gerast partur av USA
Clifford Stanley vil hava grønlendingar at taka undir við USA og bjóðar teimum pening afturfyri.
Mynd: KNR  
 
12.05.2026 - 08:29

Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, visti um amerikanska mannin, sum er í Nuuk fyri at royna at fáa fólk har at velja USA.

86 ára gamli, Clifford Stanley, bjóðar fólki 200.000 dollarar, góðar eina millión og 270.000 krónur, um tey vilja skriva undir eitt skjal, sum sigur, at Grønland skal gerast partur av USA.

Grønlendska kringvarpið, KNR, skrivar, at Stanley í februar spurdi Arctic Print, um tey kundu prenta eina heimagjørda fólkaatkvøðu.

 

Boðaðu PET frá

Í staðin fyri at prenta fyri Stanley, boðaði stjórin í Arctic Print PET frá, tí hann helt talan vera um landsskaðiligt virksemi.

PET vitjaði Arctic Print og segði seg taka málið í fullum álvara.

Clifford Stanley sigur sjálvur, at hann er í Grønlandi fyri at hjálpa fólki har.

Eisini politiið í Grønlandi hevur fingið fráboðan um Clifford Stanley. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493