Trump komin til Beijing

Trump komin til Beijing
Í morgin fer amerikanski forsetin at hitta kinesiska starvsbróðurin, Xi Jinping
Nógv mál eru á skránni, tá Donald Trump og Xi Jinping hittast í morgin.
Mynd: Andrew Caballero-Reynolds, AFP/Ritzau Scanpix  
 
13.05.2026 - 14:24

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er komin til kinesiska høvuðsstaðin Beijing, og í morgin fer hann at hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping.

Á Truth Social skrivar amerikanski forsetin, at hann vil lata upp fyri handli við Kina.

Guo Jiakun, talsmaður fyri kinesiska uttanríkisráðið, sigur, at Beijing er til reiðar at víðka samstarvið, umrøða ymiskleikar, umframt fáa betri støðufesti í viðurskiftunum millum londini bæði, skrivar Reuters.

 

Viðgera eisini Taivan 

Væntandi verður støðan í Taivan eisini umrødd, tí Kina er ímóti amerikonsku ætlanunum um at selja vápn til Taivan, sum sambært kinesisku stjórnini er kinesisk øki, skrivar AP tíðindastovan.

Við sær á ferðini hevur amerikanski forsetin tilsamans 18 stjórar í fleiri stórum amerikonskum fyritøkum, teirra millum stjóran í Tesla og SpaceX, Elon Musk, og Tim Cook stjóra í Apple.

Hetta er fyrstu ferð í níggju ár, at ein amerikanskur forseti vitjar Kina. Seinasta vitjanin var í 2017, tá ið Donald Trump eisini var forseti.

Vitjanin hjá Trump í Kina endar fríggjadagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493