Fær eitt ár aftrat

Fær eitt ár aftrat
Fjarskiftiseftirlitið skal sleppa at kortleggja og skanna undirstøðukervið til 31. mai næsta ár
Lógaruppskot um nettrygd kemur í næstu tingsetu.
 
14.05.2026 - 11:46

Fjarskiftiseftirlitið skal sleppa at kortleggja og skanna undirstøðukervið til 31. mai næsta ár.

Sum lógin nú er orðað, er loyvið galdandi til 31. mai í ár.

Lógarbroytingin er í vinnunevndini.

Royndirnar  og  vitanin,  sum eru komnar við kortleggingini og skanningini, hava verið týðandi partur í arbeiðinum at fyrireika lóg um nettrygd, sigur landsstýrið.

Sambært lóginini kann Fjarskiftiseftirlitið krevja allar upplýsingar, sum Fjarskiftiseftirlitið metir hava týdning fyri kortleggingina.

Vinnunevndin kom í 2024 við sólsetursásetingini.

Uppskotið um at leingja ásetingina kom í løgtinginum fyrr í ár, men fall burtur. 

Ætlanin er at koma við lógaruppskoti um nettrygd í næstu tingsetu, sigur Vinnumálaráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV