HB og Víkingur eiga tørn

HB og Víkingur eiga tørn
Í gjár vann KÍ 4-2 á NSÍ í fyrri hálvfinaluni í steypakappingin, og seinnapartin spæla HB og Víkingur í Gundadali, har útvarpið sigur frá
Víkingarnir síggja bóltin fara í egið mál, í finaluni ímóti KÍ í fjør. Í dag tekur HB ímóti teimum ljósabláu í fyrru hálvfinaluni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.05.2026 - 13:33

Hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið byrjaðu við einum braki í gjár, tá KÍ vann 4-2 á NSÍ í Klaksvík. 

Filip Brattbakk, Oussama Ali, Páll Klettskarð og Erlend Hustad skoraðu fyri heimaliðið, meðan Beinir Nolsøe og Tobias Hestad skutu málini hjá NSÍ í eini uppgerð, har KÍ nú hevur fyrimunin undan seinna dystinum í juni.

Seinnapartin í dag eru tað so HB og Víkingur, sum eiga tørn, og ilt er at ímynda sær, at eins nógv mál fara at koma í Gundadali.

Tapandi finalistarnir í fjør, Víkingur, tykjast vera gandaðir frammanfyri mótstøðumálunum í ár, og hava bert skotið níggju mál upp á níggju dystir í fyrsta triðingi av Meistaradeildini. 

Heilt líka illa stendur ikki til við miðalmálskjótingini hjá HB, men talan er um eitt lið, sum bert hevur fingið eitt stig síðstu fýra landskappingardystirnar. Tá skal leggjast afturat, at í fjórðingsfinaluni ímóti B36 vann HB sannførandi 3-1.

Gøtumenn gjørdu sína skyldu í fjórðingsfinaluni ímóti FC Hoyvík við 5-0 sigri. 

Útvarpið hjá Kringvarpið sigur frá dystinum millum HB og Víking, sum byrjar klokkan 15.00 í dag. Talan er um fyrru hálvfinalurnar. Seinnu dystirnir vera spældir 24. og 25. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493