Styrki og dart í ÍSF

Styrki og dart í ÍSF
Nú eru 18 sersambond í ÍSF
 
14.05.2026 - 11:50

Nú eru 18 sersambond í ÍSF.

Tvey komu aftrat á aðalfundinum leygardagin.

Tey eru Føroya styrkisamband, sum var stovnað í 2019. 

Seks feløg eru limir í Styrkisambandinum.

Hitt er Dartsamband Føroya, sum upprunaliga var stovnað í 1992 og endurstovnað í 2014. 

Har eru níggju feløg limir.

Nýggjur í nevndini

Niclas Joensen er komin í nevndina fyri Magnus Tausen, og í íðkaranevndina, har Edna Maria Debes takkaði fyri seg.

Niclas Joensen er varaforseti í ÍSF.

Tríggjar silvurnálir vóru latnar í ár.

Tær fingu Petur Sigurd Johannesen, sum íðkar judo, Kári á Høvdanum, sum svimur, og Bergur Zachariassen, sum fæst við frælsan ítrótt.

Silvurmerki verður latið forfólki í sersambandi.

Tað verður eisini latið nevndarlimum í sersambondum, sum hava sitið í meira enn fimm ár.

Starvsnevndin kann eisini lata øðrum, sum hon heldur tað hava uppiborið, silvurmerkið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV