Biðja um pening at prosjektera Ítróttaháskúlan í Vági

Biðja um pening at prosjektera Ítróttaháskúlan í Vági
Ítróttaháskúlin er í tøttum samskifti við Nordea grunnin um stuðul til verkætlanina
Nú verður farið at prosjektera nýggja ítróttaháskúlan í Vági.
Mynd: MAP arkitektar  
 
15.05.2026 - 10:59

Landsstýrið biður løgtingið um 2,6 mió. kr. til at projektera Ítróttaháskúlan í Vági.

Og 3,55 milliónir skulu í fíggjarlógina fyri 2027.

Vágs kommuna hevur latið Ítróttaháskúlanum eitt grundøki, sum er 4.500 fermetrar.

Skúlin verður 2.000 fermetrar.

Ítróttaháskúlin er í tøttum samskifti við Nordea grunnin um stuðul til verkætlanina.

 


(Mynd: MAP arkitektar)

 

Tekur eitt ár at prosjektera

Grunnar sum Nordea grunnurin seta vanliga sum treyt fyri at lata stuðul, at landið eisini letur stuðul.

Prosjekteringin tekur eitt ár, og verður liðug í 2027. 

Hon er mett at kosta 10,25 mió.kr.

Ítróttaháskúlin hevur biðið um 6,15 mió. kr. úr landskassanum til prosjekteringina. 

Nordea grunnurin fíggjar ætlandi restina, sigur landsstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV