Enn eru 15 mál í nevnd

Enn eru 15 mál í nevnd
Løgtingið fer í dag endaliga at avgreiða málið um bensin, diesel og meirvirðisgjald
 
15.05.2026 - 06:07

Tað ljóðar, at tingið skal í summarfrí næsta týsdag.

Enn eru 15 tingmál í nevnd, eitt hevur ikki havt fyrstu viðgerð, og fimm álit bíða eftir viðgerð.

Løgtingið fer í dag endaliga at avgreiða málið um bensin, diesel og meirvirðisgjald.

Uppskotið var samtykt týdagin, tá onnur viðgerð var.

Tað fekk 23 atkvøður frá samgonguni og Miðflokkinum.

Sámal Petur í Grund og Ruth Vang atkvøddu ímóti og Tjóðveldi atkvøddi blankt.

Eitt uppskot hjá Ruth Vang um at fáa málið aftur í nevnd fall.

Summarfrí

Tað ljóðar, at tingið skal í summarfrí næsta týsdag.

Enn eru 15 tingmál í nevnd, eitt hevur ikki havt fyrstu viðgerð, og fimm álit bíða eftir viðgerð.

Tingfundurin í dag er klokkan tíggju.

Níggju mál eru í skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV