Fýra milliónir aftrat til Bústaðir

Fýra milliónir aftrat til Bústaðir
Peningurin skal nýtast sum íløgustuðul til bygningin hjá Bústøðum í Berjabrekku í Havn
 
15.05.2026 - 08:46

Landsstýrið biður løgtingið um fýra milliónir krónur aftrat til Bústaðir at byggja fyri.

Í eykajáttan í fjør var løgustuðul latin bygningi í Berjabrekku í Havn og bygningi á Toftum, tilsaman 8,3 mió. kr.

3,5 milliónir til Berjabrekku og 4,8 til Toftir.

Tá samanum kom, var stuðulin til Toftir 6,6 mió. kr. Eftir vóru 1,7 milliónir, sum ikki vóru brúktar í fjør.

 

Fyribils meting

Nú biður landsstýrið um fýra milliónir í løgustuðli til bygningin hjá Bústøðum í Berjabrekku.

Hetta er fyribils meting, tí samráðingar eru enn við Bústaðir, sigur landsstýrið.

Almannaverkið leigar frá Bústøðum, og ásetur síðani húsaleigu hjá teimum, sum búgva har.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV