Sáttmáli kostar Sjúkrahúsverkinum 4,8 milliónir

Sáttmáli kostar Sjúkrahúsverkinum 4,8 milliónir
Landstýrið hevur borið eykajáttan í tingið
Landsstýrið mettir, at meirútreiðslurnar hjá Sjúkrahúsverkinum eru 4,8 mió. kr.
 
15.05.2026 - 08:03

Sáttmálin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum frá 2021 kostar nú Sjúkrahúsverkinum 4,8 mió. kr.

Tað sæst í uppskotinum um eykajáttan, sum landsstýrið hevur borið í løgtingið.

Fasti gerðarrættur sigur, at sjúkrarøktarfrøðingar spara saman norm halgidagar, eisini tá tey ikki hava vakt.

Hetta ger, at Sjúkrahúsverkið má uppnormera við fleiri ársverkum. 

Landsstýrið mettir, at meirútreiðslurnar hjá Sjúkrahúsverkinum eru 4,8 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV