Sjúklingahotellið fór aftur í nevnd

Sjúklingahotellið fór aftur í nevnd
Orsøkin er ein orðing í álitinum frá fíggjarnevndini
Sjúklingahotellið í Keypmannahavn er vorðið ov trongligt, og nú verður arbeitt við ætlan um nýtt sjúklingahotell.
 
15.05.2026 - 13:53

Lógaruppskotið um at útvega nýggjan bygning til sjúklingahotellið í Keypmannahavn varð fyrrapartin beint aftur í nevnd.

Málið var annars klárt at avgreiða við 2.viðgerð, eftir at ein samd fíggjarnevnd mælti tinginum til at samtykkja tað.

Men undir 2.viðgerð fyrrapartin bað Helgi Abrahamsen, formaður í fíggjarnevndini, um at fáa málið aftur í nevnd.

 


Helgi Abrahamsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Orsøkin er ein orðing í álitinum frá fíggjarnevndini.

Har skrivar fíggjarnevndin soleiðis:

"Undir 1. viðgerð av málinum var møguleikin nevndur at lata føroyska byggivinnu sleppa við í verkætlanina. Og undir viðgerðini í nevndini hevur møguleikin eisini verið umrøddur at byggja eitt sjúklingahotell, sum føroyingar eiga og ikki leiga. Tó tykist áhugin fyri eini slíkari loysn ikki at vera stórur, hvørki hjá føroyska myndugleikanum og ei heldur hjá føroysku byggivinnuni."

Orðingin festi í hjá Ráðgevarafelagnum, sum vísti á at orðingin er bæði skeiv og skaðilig fyri føroyska vinnu.

Helgi Abrahamsen ásannaði í tí sambandi, at talan var um eina knorsluta orðing, ið bygdi á eina misskiljing.

Uppskotið hjá Helga Abrahamsen, um at beina málið aftur í fíggjarnevndina, varð samtykt við 29 atkvøðum fyri og einari ímóti.

Lógaruppskotið kemur væntandi til 2.viðgerð fyrst í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493