Skiparin á Norðborg hevur fingið bót

Skiparin á Norðborg hevur fingið bót
Ákæruvaldið kravdi 600.000 krónur í bót, men úrskúrðurin frá rættinum var 100.000 krónur í bót
Norðborg.
 
15.05.2026 - 19:08

Skiparin á Norðborg hevur fingið 100.000 krónur í bót fyri at hava fiskað ov nógva lodnu í íslendskum sjógv. 

Skiparin á Norðborg og reiðaríið Hvalnes vórðu ákærd fyri at fiska ov nógva lodnu í íslendskum sjógvi í mars í fjør.

Sambært ákæruritinum fiskaði Norðborg 99 prosent meira enn hann hevði loyvi til.

Lodnukvotan hjá Norðborg var 107,26 tons.

Skiparin á Norðborg sigur við Kringvarpið, at hann fer at brúka næstu 14 dagarnar at taka støðu til, um dómurin verður skotin inn fyri hægri rætt.


Hoyr samrøðuna við Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæra. 

 

1812863

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680