Varðhaldsfongslaðir fýra vikur aftrat

Varðhaldsfongslaðir fýra vikur aftrat
Menninir eru skuldsettir fyri grovan harðskap, fyri at hava sett eld á við vilja, og fyri rán
Hendingarnar vóru í einum sethúsum í miðbýnum í Havn tíðliga um kvøldið 18. februar. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.05.2026 - 08:21

Varðhaldið hjá tveimum monnum er aftur longt í fýra vikur.

Annar játtaði sjálvboðin, at varðhaldið var longt.

Rættarfundur var um hin. 

Menninir eru skuldsettir fyri grovan harðskap, fyri at hava sett eld á við vilja, og fyri rán.

Hendingarnar vóru í einum sethúsum í miðbýnum í Havn tíðliga um kvøldið 18. februar. 

Maðurin í húsunum var álopin heima hjá sær sjálvum og var fyri ógvusligum harðskapi.

Eisini var eldur settur á, har maðurin var staddur.

Báðir skuldsettu menninir nokta seg sekar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680