Landið hevur tikið ræðisrættin frá festaranum

Landið hevur tikið ræðisrættin frá festaranum
Landið hevur, umvegis Búnaðarstovuna, tikið ræðisrættin frá festaranum, sum ikki vil lata Bakkafrosti vatn til vinnuligt virksemi, sigur nývaldur tingmaður fyri Fólkaflokkin
Kristian Krog Hentze, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
 
16.05.2026 - 12:41

Kristian Krog Hentze harmast um aftursvarið, hann hevur fingið frá Eydis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í Heilsu- og Orkumálum.

Kristian Krog Hentze spurdi landsstýriskvinnuna í grein 52 fyrispurningi, nær landsstýriskvinnan fer at steðga ólógligu ognartøkuni av lendi og vatni í Heimastahaga-Norðaripartur í Skálavík?

Eydis Hartmann Niclasen, svarar, áðrenn hon vísur til Føroya Kærustovn sum rætta fyrisitingarliga myndugleiki at kæra til, at hon kann ikki leggja til grund fortreytina um, at ein ólólig ognartøka er framd í Skálavík.

Kristian Krog Hentze vísur m.a. á, at løgtingslógin um landsjørð frá 2006, ásetur, at festini eru ogn hjá bóndanum, og kunnu seljast og veðsetast. Búnaðarstovan kann bert taka ræði, um talan er um mishald og í Heimastahaga-Norðaripartur í Skálavík er ikki talan um mishald.

Hoyr innslagið úr tíðindunum:

 

1812977

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493