Eli Tausen á Lava tilnevndur til Tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins

Eli Tausen á Lava tilnevndur til Tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins
Verkið "Let me Cry" hjá Eli Tausen á Lava er í uppskoti til at vinna Tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins, eitt nú í kapping við "Jeg venter i lystet" hjá danska Guldimund
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré  
 
19.05.2026 - 11:48

Norðurlandaráðið hevur kunngjørt tey trettan verkini, ið eru tilnevnd til Tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins, sum verður handað í oktober. 

Føroyar eru umboðaðar av Eli á Lava og verkinum "Let me Cry". 

Talan er um verk úr sera ymiskum sjangrum og úttrykki. 

Í tíðindaskrivi skriva Norðurlandaráðið, at tey tilnevndu bjóða til hugdýping og hugleiðing í einum stórum og einastandai tónlistarligum landslagin, har siðvenja og nýskapan ganga saman. 

 

Tónleikaverk uttan ljóð

Millum tey tilnevndu verkini finst alt frá barnaoprea til filmstónleik, klassiskur tónleikur, poppur, jazzur og eysturgrønlendskur trummudansur. 

Í ár er nakað so sjáldsamt sum eitt tónleikaverk uttan ljóð, har menniskju úttrykkja tónleikin gjøgnum rørslu og mimik, í uppskoti. 

Vinnarin av Tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins 2026, sum er 300.000 krónur, verður kunngjørdur 20. oktober í Helsingfors. 

Tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins er handað síðani 1965 og verður annaðhvørt ár latin einum núlivandi komponisti, og annaðhvørt ár einum solisti ella tónleikabólki. 

 

Danmark
Guldimund, "Jeg venter i lyset"
Jeppe Ernst, "Solo (Cantus II)"

Finnland
Hildá Länsman & Tuomas Norvio, "Dajan"
Sauli Zinovjev, "Maailman kantaja (The World Bearer)"

Føroyar
Eli Tausen á Lava, "Let me Cry"

Grønland
Varna Marianne Nielsen, "Sila"

Ísland
Bergrún Snæbjörnsdóttir, "Intraloper"
Ingibjörg Turchi, "Stropha"

Noreg
Ola Kvernberg, "Flåklypa – Fra Paris til pyramidene"
Kristine Tjøgersen & Benedicte Maurseth, "Elja"

Svøríki
Britta Byström, "Eatnama Váibmu (Jordens hjärta)2
Per ”Texas” Johansson, "Den sämsta lösningen av alla"

Áland
Havsmörker (Anton Johansson & Axel Hjo), "Ilväder"

 

Kelda: Norðurlandaráðið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576