Ferðsluóhapp á landsvegnum við Streymin

Ferðsluóhapp á landsvegnum við Streymin
Eingin fólkaskaði var, men bilarnir fóru illa. Báðir partar blivu skuldsettir fyri at bróta ferðslulógina
Báðir partar blivu skuldsettir fyri at bróta ferðslulógina.
 
19.05.2026 - 09:23

Um tvey tíðina í gjár var aftur eitt ferðsluóhapp á landsvegnum við Streymin, eysturoyarmegin.

Tveir bilar komu úr Norðskálabergholinum. 

Á veg oman móti brúnni yvirhálar annar bilurin hin. Men hann snarar til vinstru, og samanstoytur verður.

Tvey fólk vóru í hvørjum bili, øll útlendingar. 

Eingin fólkaskaði var, men bilarnir fóru illa.

Báðir partar blivu skuldsettir fyri at bróta ferðslulógina.

Fólkini í øðrum bilinum vóru ferðafólk. Tey fingu sekt á staðnum, tí tey skuldu av landinum.

Hini búgva her, so tey fáa sektina seinni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680