Semingsroyndin millum KAF og heilsuhjálparar heldur fram

Semingsroyndin millum KAF og heilsuhjálparar heldur fram
Semingsstovnurin fer í morgin at hava fund við Heilsuhjálparafelagið
Semingsstovnurin roynir semju millum KAF og Heilsuhjálparafelagið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.05.2026 - 15:04

Semingsroyndin millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið, KAF, og Heilsuhjálparafelagið heldur fram.

- Semingin gongur spakuliga, samband er millum partnar, og Semingsstovnurin hevur í morgin fund við Heilsuhjálparafelagið, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, í stuttari viðmerking.

Semingsstovnurin hevði fíggjadagin fund við Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Tá segði Terje Sigurðsson, at Semingsstovnurin fekk boð frá pørtunum fyri nøkrum vikum síðani. Partarnir hava síðani samráðst, uttan at Semingsstovnurin hevur verið uppií, men í síðstu viku tók Semingsstovnurin semingsroyndina uppaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680