Almennur fundur um undirsjóvartunnil

Almennur fundur um undirsjóvartunnil
Fyrsta stigið av álvara til at gera undirsjóvartunnil í Kalsoynna verður tikið í kvøld
Syðradalur.
 
20.05.2026 - 06:33

Fyrsta stigið av álvara til at gera undirsjóvartunnil í Kalsoynna verður tikið í kvøld.

Klokkan sjey verður almennur fundur um undirsjóvartunnil í Kalsoynna.

Hann verður á Skúlatrøð í Klaksvík.

Tunnilsbólkurin skipar fyri.

Í honum eru Eyðun Eliasen á Trøllanesi, Markus í Norðnástovu í Mikladali, Sólarn Isaksen á Húsum og 
Bjørn Kalsø á Syðradali.

Á fundinum fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, at siga, hvørja ætlan, landsstýrið hevur.

Karl Johansen, borgarstjóri, fer at tosa um, hvønn týdning, góð samferðsla hevur, Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur hjá Landsverki, tosar um ferðasamband til Kalsoynna,  Mourits Joensen og Kristian Stórhamar tosa um linjuføring, kostnað og føroyska arbeiðsmegi og Símun í Norðnástovu og Dávur Syderbø siga, hvussu tað er at búgva í Kalsoynni og ferðast ímillum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493