Føroyskar vørur skulu fáa lættari atgongd á íslendska marknaðin

Føroyskar vørur skulu fáa lættari atgongd á íslendska marknaðin
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, hevur tosað við íslendska uttanríkisráðharran um Hoyvíkssáttmálan, sum nú hevur 20 ár á baki
MBM er millum fyritøkurnar, sum royna at sleppa á íslendska marknaðin.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
20.05.2026 - 11:02

- Føroyskar vørur skulu fáa lættari atgongd á íslendska marknaðin. Millum annað vørur frá Mjólkavirki Búnaðarmanna.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sum í gjár hevði telefonfund við íslendska uttanríkisráðharran, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir.

 

 


Nógvir føroyingar eru misnøgdir við Hoyvíkssáttmálan, tí íslendingar hava størri fyrimun av honum enn føroyingar. 

 

Hóast Hoyvíkssáttmálin er 20 ára gamal, eru nógvir føroyingar, ið ikki eru nøgdir við avtaluna. Tey halda at tað er alt ov lætt hjá íslendingum at selja sínar vørur í Føroyum, meðan tað er sera trupult hjá føroyingum at sleppa á íslendska marknaðin.

Fyri nøkrum árum síðani hóttu føroyingar við at slíta Hoyvíkssáttmálan fyri at fáa íslendingar at slaka, men tað hjálpti ikki so nógv. Hetta er ikki tað fyrsta, sum roynt verður nú, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20052026_Hoyvikssattmali

 

 

 

 

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493